Sjófeingi er nýtt talgilt tilfar til 6. flokk í náttúru og tøkni og heimkunnleika. Stórur partur av tilfarinum er tó væl egnaður at brúka í øðrum høpi eisini.
Undirvísingartilfarið fevnir millum annað um:
Tilfarið er ment í tøttum samstarvi millum Sjókovan, Tøkni og Nám. Sjókovin hevur tikið sær av innihaldsliga partinum, Tøkni av tøkniliga partinum og Nám av tí námsfrøðiliga partinum.
Sjókovin er sjálvstøðugur ikki-vinnuligur granskingarstovnur. Sjókovin hevur til endamáls at stimbra burðardygga menning og nýskapan í sjófeingisvinnum, at vera samskiftisdepil fyri sjófeingisvinnur og kunna almenningin um viðurskifti hesum viðvíkjandi.
Leinki: https://www.sjokovin.fo/
Tøkni er KT-fyritøka, sum sniðgevur og forritar heimasíður, appir og heildarskipanir. Tøkni hevur m.a. ment forrit og gjørt frálærutilfar til spælgrundaða undirvísing.
Leinki: https://tokni.fo/
Nám er stovnur, sum veitir skúlaverkinum ymsar tænastur. Nám gevur út undirvísingartilfar, lænir skúlatilfar út, skipar fyri skeiðum, veitir námsfrøðiliga ráðgeving og talgildar tænastur og hevur ábyrgdina av Snar.
Leinki: https://nam.fo/
Stuðlað verkætlanini hava Bakkafrost, sum hevur latið fígging til at menna talgilda pallin, og Sjókovin, sum hevur skrivað tilfarið uttan at fáa samsýning afturfyri.
Sjókovin, Tøkni og Nám takka øllum, sum hava givið sítt íkast til undirvísingartilfarið . Vit takka lærarum, sum hava royndarkoyrt tilfarið. Takk fyri fakligar viðmerkingar og góð ráð. Takk fyri loyvi at brúka myndir, filmar og annað tilfar.
Tað ber til at lesa meira um tilfarið í læraravegleiðingini. Læraravegleiðingin fæst við at rita inn sum lærari við eini skulin.fo-kontu ella við at seta seg í samband við Nám, Sjókovan ella Tøkni.
ISBN 978-99972-2-230-5